- Tann næsta stóra politiska semjan ímillum allar flokkar á tingi, skal verða um at byggja eitt nýtt universitet í Føroyum Tað heldur Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi.
Fyri stuttum samdust allir flokkarnir á Løgtingið um at gera undirsjóvartunar úr Streymoy, í Eysturoy og í Sandoy.
Bjørt Samuelsen heldur, at allar íløgur mugu síggjast sum ein heild og tí fáa íløgurnar í undirsjóvartunlarnar ávirkan á íløgur í útbúgving, skúlar, heilsuverk, almannaverk o.s.fr.
Hinvegin heldur hon, at tað er skeivt at seta hesar íløgur upp ímóti hvørjum øðrum. Veruleikin er, at íløgukarmurin hjá landinum er einar 300 milliónir krónur um árið.
Og verða 35 - 50 milliónir brúktar upp á undirsjóvartunlar, eru framvegis minst 250 milliónir eftir til aðrar íløgur.
- Mítt ynski er, at næsta stóra politiska felagsprojektið skal vera at byggja eitt nýtt universitet, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon vísir á, at tunlasemjan hevur víst, at tað ber til og hon heldur, at sami leistur eigur at verða brúktur til at finna eina semju ímillum allar flokkarnar um at byggja eitt universitet í Føroyum.
- Tann næsta stóra íløgan skal vera í at bøta um umstøðurnar hjá ungum fat lesa í Føroyum, heldur hon. - Tað eigur at verða allarovast á skránni, leggur hon afturat.
|