Tað mesta verður í høvuðsstaðnum

Í dag verður av álvara farið undir endaspurtin í landskappingini

24. og fjórðisíðsta umfar í landskappingini verður seinnapartin. Allir dystirnir vera klokkan 15 uttan tann í Gundadali millum HB og B68. Tríggir av fimm dystum vera í høvuðsstaðnum, og fyrsta bríksl millum HB og B68 verður klokkan 17. Hann verður á Tórsvølli, meðan B36 og Víkingur fara at spæla á ovara vølli.

 

Í dag verður av álvara farið undir endaspurtin. Tveir teir næstu sunnudagarnar vera 25. og 26. umfar, og so verður punktum sett leygardagin 22. oktober.

 

Tað verður fitt av vindi seinnapartin – einir 14 metrar um sekundið av vestri – tað vera 11 hitastig, og sólin at kaga undan.

 

-

 

NSÍ – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

EB/Streymur – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 15.00

 

HB – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00

 

B36 – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

AB – Skála: Petur Reinert kl. 15.00

 

-

 

23212060765
Víkingur231625632350
HB231544492349
B36231139472436
EB/Streymur23959304132
07 Vestur236512265623
B68236314314621
NSÍ236314274821
AB236314296221
Skála23161622549