- Hesir "frætens lortungarnir" megnaðu tað, sum eingin annar hevur megnað í mong ár.
Tað skrivar Heri Sverrason á sínari facebook-síðu í kvøld. Heri er í bygdarráðnum í Sands kommunu.
Og hann útgreinar eisini tað, sum hesir "frætens lortungar" megnaðu:
- Teir fingu sandingar at standa saman og berjast fyri rættvísinum, øksl móti øksl. Vit fingu ein felags fígginda, skrivar Heri Sverrason.