Endurstovnaða Føroya Nátturu og umhvørvisfelag saknar eina virkisætlan frá myndugleikunum fyri at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum.
- Tað manglar ein virkisætlan, ein ítøkilig ætlan fyri hvussu vit skulu røkka málinum um at skerja útlátið 20 prosent innan 2020 í mun til 2005, sigur Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í FNU.
Les eisini Føroyar hava alt ov høgt útlát av vakstrarhúsgassum
Hon vil vera við, at útlátið er størri í dag enn í 2005, so tað gongur eyðsæð skeiva vegin, sigur hon.
- Hóast vit ongantíð hava havt so nógva orku frá varandi orkukeldum sum nú, so dálkar SEV meiri í dag enn fyri 10 árum síðani, tí at orkunýtslan er so nógv størri í dag, sigur Theresa Jákupsdóttir, sum ynskir at myndugleikarnir innrættað samfelagið á ein slíkan hátt, at nýtslan fer niður. Ábyrgdin fyri hesum liggur bæði hjá landsmyndugleikunum og hjá kommununum, sigur hon.
- Umframt at skipa so fyri, at nýtslan minkar, so er tað eisini neyðugt, at tað kostar at dálka, sigur Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í FNU.










