TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Sigfríð S. Clementsen, høvuðsvenjara hjá Víkingi aftaná 0-0 javnleikin hjá Vìkingi ímóti AB á útivølli á Argjum fyrr í kvøld.
Sigfríður hevur fyribils mist FM-vónina, aftaná fýra mist stig í tveimum teimum seinastu dystunum ímóti KÍ og AB, samstundis, sum B36 hevur fingið fult seinastu trý umførini.
Víkingur fer tó at kempa víðari, og fyrsta uppgáva verður at knógva NSÍ á heimavølli komandi mikukvøld, so Víkingur hevur mentala yvirtakið, tá liðini møtast í finaluni um løgmanssteypið, leygardagin 29. august.










