Tað er ikki so vanligt, at lomb verða lembd hesa tíðina um heystið, men tað hendir av og á. Nú um dagarnar eru í øllum førum tvey lomb lembd í Sandoynni, og tað eru kendir persónar, sum eiga ær og lamb.
Í Skálavík hevur ein ær hjá Linjohn Christiansen, borgarstjóra, lembt eitt lamb, og á Sandi hevur ein ær hjá løgtings-og bygdarráðsliminum, Páll á Reynatúgvu, eisini lembt eitt lamb.
Ætlanin hjá Linjohn Christiansen var annars, at ærin hjá honum skuldi missa høvdið til heystar, og sum skilst kastaði ærin hjá Páll á Reynatúgvu burtur í vár.
Nú ganga so báðar hesar ærnar so erpnar við lambi - tó, at tað er farið langt av tíð. Ivaleyst bjargar ærin hjá Linjohn sær lívinum, og brundurin hjá Páll verður neyvan avlívaður í heyst heldur.
Ovara og innsetta myndin er av ær og lambi hjá Linjohn Christiansen, og á størru myndini er tað ær og lamb hjá Páll á Reynatúgvu, sum eisini er við á myndini.










