Tað krevur styrki at vera kvinna  

Kvinnusøgur verða lýstar í akrobatikki og tónleiki í sýningini Det får bära eller brista, 14. november kl. 16 i Norðurlandahúsinum.  

Kvinnur hava til allar tíðir borið og lyft børn - og eplasekkir, grýtur, vatn og mjólkaspannir, barnavognar inn í bilin og upp trappurnar, innkeyp, brenni, vaskiklæði... og fleiri børn. 

 

Ja, tað krevur styrki at vera kvinna. Eisini í sýningini Det får bära eller brista, ið sameinir akrobatik og tónleik fyri at siga frá kvinnusøgum. Seks kvinnuligir akrobatar og møður trína á pallin, fyri at granska markið í millum at lyfta og at hokna. Tað tunga og tað lætta. Styrki og viðbrekni. Gleði og sorg.

Á pallinum verða pyramidur bygdar úr menniskjum og hugtakandi akrobatiskar koreografiir skaptar – alt í nýskapandi andanum, sum vit kenna frá nýsirkusi - sirkus fyri vaksin.

 

Hugskot: Circus By Me 

Leikstjóri: Åsa Johannisson 

Akrobatar: Anna Nerman Sylla, Katja Kortström, Linda Petersson, Rebecka Nord, Seela Wanvik & Signe Veinholt 

Tónasmiður: Anna Cederquist 

Tónleikarar: Anna Rynefors, Anna Cederquist 

 

##med2##