Umframt teir fimm flokkarnar, sum hava verið umboðaðir í Tórshavnar býráð seinastu tvær seturnar, Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, so stilla í minsta lagi tveir aðrir listar upp – og graml hoyrist um, at kanska ein listi við rýmdum limum úr Javnaðarflokkinum stillar upp – eins og tað kann hugsast, at Sjálvstýri stillar upp aftur hesaferð eins og seinast
Tá tað er val til Tórshavnar býráð, so hava vit ikki eitt eksakt sperrumark, eins og í Løgtinginum. Tað er tí, at tað eru ymsar skipanir, sum verða brúktar, tá løgtingsval verður gjørt upp og tá kommunuval verður gjørt upp.
At fáa umboð valt á Løgting krevur, at ein listi ella uttanflokkavalevni hevur 1/33 part av atkvøðunum. Tað svarar til 3,03 prosent.
Tá kommunuval verður uppgjørt, so verður hugt eftir, hvussu nógvar atkvøður listarnir hava fingið. Síðani verða tølini býtt við 2, 3, 4, 5, og so framvegis, til vit hava funnið allar kommunustýrislimirnar.
Taka við Tórshavnar kommunu, so eru 13 býráðslimir. So varð seinast neyðugt at býta tølini niður til 6, fyri at finna allar sessirnar.
Javnaðarflokkurin var so mikið nógv størstur, hann fekk 5.777 atkvøður, at hann fekk bæði 1. og 2. býráðslimin. Tjóðveldi fekk so nummar 3, Javnaðarflokkurin nummar 4. Fólkaflokkurin nummar 5, Sambandsflokkurin nummar 6, Javnaðarflokkurin nummar 7, Tjóðveldi nummar 8, Framsókn nummar 9, Javnaðarflokkurin nummar 10, Javnaðarflokkurin nummar 11, Tjóðveldi nummar 12 og Fólkaflokkurin fekk tann síðsta, nummar 13.
Tað merkir, at atkvøðutalið hjá Fólkaflokkinum, 1704, býtt við 2, sum gevur 852 atkvøður, var markið fyri at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð á valinum í 2020.
Tað svaraði til eitt sperrumark upp á 6,5 prosent.
Tøl frá Hagstovuni vísa, at fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksið góð 5 prosent síðani 2020. Siga vit, at valluttøkan verður hin sama, 81, prosent – og rokna vit so miðal sperrumarkið seinastu 20 árini, so verður tað 6,32 prosent hesaferð, um atkvøðubýtið millum flokkarnar passar so, 874 atkvøður hesaferð.
Tað kann tó ikki sigast við vissu, tí tað veldst um býtið millum flokkarnar. Men tað fer sannlíkt at liggja har á leið.
##med2##
Valúrslitið seinast. Tølini hjá flokkunum verða býtt við 2, 3, 4 og so víðari, til 13 tey størstu tølini eru funnin og so verða býráðslimir býttir eftir tí. Tølini í gráa teiginum vísa, hvat nummar býráðslim ávísu flokkarnir hava fingið. Seinast kostaði ein sessur 852 atkøvður