Tað koma at henda nógvar broytingar

Bera tingmenn seg rætt at, eiga teir at fremja stórar broytingar komandi árini, báði í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark og fyri at fáa samfelagið á rættkjøl, m.a. við at endurreisa heilsuverkið og skúlaverkið, sum blivu illa hagreidd kreppuárini

? Tað, sum føroyingar vilja hava er eitt nýtt landsstýrið, sum vil fremja broytingar ímillum Føroyar og Danmark á sjálvstýrisleið.

? Men føroyingar vilja eisini hava ein meiri vinstravendan politikk, sum megnar at stabilisera samfelagið aftur.

Tað er í stuttum niðurstøðan, sum Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður er komin til, eftir at hugsa um valúrslitið í nakrar dagar.

Marita Petersen kom á ting í 1988, men hesuferð stillaði hon ikki uppaftur.

Í 1990 til 1992 kom hon í Landsstýrið og í 1992-1994, var hon løgmaður.

Hon var eisini tingformaður í 1994-1995.


Skaðin ikki so stórur

Marita Petersen heldur, at tað var í stríð við andan í nýggju stýrisskipanarlógini, at Edmund Joensen ikki legði frá sær beinanvegin

? Fylgdi hann andanum í stýrisskipanarlógini, og fylgdi hann siðvenju í øðrum londum, hevði hann lagt frá sær valkvøldið.

Marita Petersen ivast tó í, um skaðin var so stórur, tí hon skilir, at flokkar hava tosað saman, hóast Edmund hevur verið løgmaður. So tað er ikki vist, at samráðingarnar vóru komnar longri, enn tær eru.

Hinvegin heldur Marita Petersen, at skal ein borgarlig samgonga skipast, er tað rímiligt, at tað verður Fólkaflokkurin, sum tekur stig til tað.


Dent á meiri sjálvstýri

Tó heldur Marita Petersen, at tað hevði verið stikk ímóti valúrslitinum at skipa eina borgarliga samgongu.

? Úrslitið av valinum er rættiliga týðiligt, at vit hava fingið eitt løgting, sum er meiri vinstravent, enn tað, sum var.

? Men tað eisini líka týðiligt, at tað er eitt meiri sjálvstýrissinnað løgting, sum veljarin hevur sett eitt meiri sjálvsstýrissinnað løgting, sum veljarin hevur sett saman hesuferð.

? Veljarin hevur talað. Og bera tingmenn seg rætt at í samsvari við ynski veljarans, koma tað at henda stórbroytingar í føroyska samfelagnum tey komandu árini.

? Báði í ríkisrættarligu støðuni við tað at vit eiga at fáa nakrar skilagóðar og neyðugar broytingar í samskiftinum við Danmark.

? Men eisini í føroyska samfelagnum, sum varð illa hargreidd í kreppuárunum.

? Men tíverri er framgongdin í samfelagnum tey seinastuni árini at kalla slett ikki komin teimum almennu verkunum, heilsuverkinnum, skúlaverkinum og partvís almannaverkinum, til góðar.

? Tað, sum er neyðugt at gera nú, er at stabilisera tær almennu tænasturnar á einum skilagóðum støði, uttn at leypa framav.

? Men ístaðin fyri at gera tað, er mesta orkan løgd í at útbyggja miðumsitingina.

? Og tað virkar heilt bakvent at seta so nógvar stjórar, samstundis sum heilsuverkið t.d er við at smokka saman.

Marita Petersen er varin við at vísa á nakrar samgongu

Tó er hon samd við formann Javnaðarfloksins, sum hevur víst á eina samgonu ímillum A, C og E.

? Tað hevði verið ein breið og sterk samgonga, heldur Marita Petersen, sum hevði verið før fyri at endurreist samfelagið og at fingið broytingar í viðurskiftunum við Danmark.

Marita Petersen leggur stóran dent á, at tað verður eitt breið, politisk undirtøka fyri tí, sum skal gerast, so at vit ikki koma í ta støðu, at eitt nýtt løgting koppar øllum tí á aftur, sum er gjørt.


Stóran týdning

Somuleiðis heldur Marita Petersen, at tað hevur stóran týdning, at Javnaðarflokkurin er við, tí at hann hevur størstan møguleikan at fáa eina praktiska loysn.

Honvegin ivast hon í um tað hevur nakran serligan týdning at tað er ein javnaðarstjórn, sum situr í Danmark.

? Eg hevði vænta, at føroysku ynskini vórðu vird, sama hvør situr við valdinum í Danmark.

Og táið vit biðja Maritu Petersen um eitt løgmansevni, hevur hon ein greiðan favorritt. Og hann eitur ikki óvæntað Jóannes Eidesgaard.

 Tað er ikki fyri at niðurgerða t.d. Høgna Hoydal, sigur hon.

Men eg haldi, at tað blíva eitt sindur trupult hjá einum fullkomiliga óroyndum politikara at verða tann nóg sterka, savnandi megin, tí hann hevur ikki tær royndir, sum kunnu vera avgerandi fyri, at nýggja stýrisskipanin verður brúkt rætt- og helst betri, enn hon er brúkt hesi seinastu, fýrá árini, heldur marita Peteren