Tað er gott at hava ein borgarafund um ætlaðu havnarútbyggingina við Skansan.
Tað heldur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð og av ídnastu talsmonnum fyri at gera havnina við Skansan.
- Á einum borgarafundi sum hesum, sleppa av við tað, tey hava at siga og tey sleppa at spyrja og fáa svar, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað var einki á borgarafundinum, sum kom óvart á hann. Fundarfólk stúrdu fyri Skansanum, tey stúrdu fyri larmi og ferðslu og tey saknaðu, at aðrir møguleikar vórðu kannaðir.
Men Sjúrður Olsen staðfestir samstundis, at hann væntar ikki, at ætlanin at byggja framvið Skansanum, verður slept.
- Eg vænti ikki at ætlanin um at byggja skansabryggjuna út, verður broytt nevnivert, sigur Sjúrður Olsen.
Hann vísir á, at býráðið hevur tikið atlit at Skansanum, tí ein byggisamtykt er samtykt sum setir mark fyri, hvussu høgt tað kann byggjast, og hvussu høgt, bingjur kunnu stakkast, á nýggja havnarlagnum. Og tað verður ikki so høgt, at útýnið av Skansanum verður órógvað.
Men Sjúrður Olsen staðfestir samstundis, at uppskotið um at leggja eina havn á Gulan, innanfyri Glyvursnes, verður nú tikið upp.
- Vit hava kannað leysliga, um tað ber til og fyribils niðurstøðan er, at tað verður tvær ferðir so dýrt at leggja havnina á Gulan, enn uttanfyri Skansan, sigur formaðurin í vinnunevndini.
Men hann sigur, at av tí at so nógv fólk framvegis tosa um eina havn á Gulanum, fer býráðið nú at kanna tann møguleikan nágreiniliga.
Hann sigur, at tískil hevur býráðið avrátt at fáa verkfrøðingar at kanna viðurskiftini á Gulanum og at gera eina kostnaðarmeting av eini havn har leiðini.
Men Sjúrður Olsen dylir ikki fyri, at sjálvur trýr hann ikki upp á tann møguleikan. Og hann væntar, at úrslitið verður tað sama, sum býráðið longu er komið til, nevniliga, at tað fer at kosta tvær ferðir so nógv sum ein havn uttanfyri Skansan.
Les eisini: Fólkaatkvøða í Havn um risastóra verkætlan
Hann er sostatt fullvísur í, at kanningin fer at avmontera øll ynski um at leggja havnina á Glyvursnesi. Hinvegin staðfest hann eisini, at inni á Sundi eru viðurskiftini kannað út í æsir og úrslitið av teimum kanningunum er, at har ber rætt og slætt ikki til at gera eina havn.
- Tað ber til at gera eina havn i Kollafirði, men hon verður alt ov greflig í umhvørvinum har, umframt at tað eru fjøll báðumegin við, so at har verður ein ræðuligur larmur av henni.
Í Sosialinum í dag, og mikuddagin, hava vit nógv meiri um borgarafundin um ætlanina at byggja Tórshavnar Havn út.