Øll tey, sum høvdu glett seg til betri umstøður í suðuroyðarsiglingini, mugu sláa seg til tols við góða gamla Smyrli eina tíð enn.
Tí líkt er ikki til, at orðini hjá landsstýrismanninum í vár um nýggjan Smyril innanfyri nakrar fáar mánaðir, fer at halda stikk.
Sigmund Isfeld, fulltrúði í samferðslumálum sigur, at líkt var til, at Smyril fór at fella fyri teimum strongu, atjóða skipakrøvunum longu í ár, men síðani hevur tað víst seg, at hann fær eiott skotbráð uppá nøkur ár afturat.
Hetta ger, at tað er ikki so átrokandi at skifta hann út, sum hildið av fyrstan tíð.
Sigmund Isfeld hugsar sær at Smyril liggur framvegis frammaliga tá ið tosað verður at skifta skip út.
Men hann verður ikki skiftur út í ár uttan so, at landsstýrið fær eitt tilboð, sum tað ikki ber til at vísa frá sær, sigur hann.
Heildarætlan
Fulltrúðin í Tinganesi sigur, at at arbeitt verður við at seta eina nevnd, sum skal viðgerða allan samferðsluspurningin sum heild.
Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á arbeiðssetningin hjá nevndini.
Tá ið arbeiðssetningurin er góðkendur verður nevndin vald.
Arbeiðið hjá nevndini verður rættiliga umfatandi og Sigmund Isfeld roknar við, at tað fer at taka fleiri ár.
Men so leingi kunnu vit ikki bíða eftir einum endaligum úrslitið.
Tí rokni eg við, at nevndin fer at koma við fleiri ávegis álitum ym ymsar tættir í samferðsluni.
Nevndin skal m.a. kanna allar samferðssluspurningar, herundir ferðasambandið bæði sjóvegis og landvegis og hon skal gera eitt tilmæli um nýbygginginar, útbyggingar og útskifting av skipum og at raðfesta øll hesi tiltøk.
Nevndin skal stutt sagt viðgerða alt samferðslunetið í Føroyum og samband okkara við umheimin.
Hon skal staðfesta støðuna og trupulleikarnar og raðfesta ábøtur.
Hon skal eisini viðgerða sjálvan bygnaðin í samferðsluni.
Sigmud Isfeld sigur, at hann kundi hugsa sær, at nýtt skip til suðuroyarsiglingina fer at liggja rættiliga frammaliga hjá nevndini, eins og nýtt skip til Sandoyarsiglingina og siglingina um Leirvíksfjørð.
Sjálvur ivast hann heldur ikki í, at ferðasambandið um Vestmannasund ferð at standa rættiliga frammaliga, herundir um vit skulu hava ferjur ella fast samband.