Eftir stóra fagnaðin yvir sera týdningarmikla 1-0 sigurin á útivølli ímóti B68, hava teir í AB fult fokus á avbjóðingini í dag, sum er Víkingur á Argjum.
-Plássið í bestu deildini er ikki tryggjað enn, men sigurin á Toftum var kærkomin. Um vit vinna eitt stig í tveimum teimum seinastu dystunum – í dag á heimavølli ímóti Víkingi og leygardagin í Sørvági, so verður tað nóg mikið at varðveita plássið í deildini, sigur Teitur D. Olsen, sum skoraði týdningarmikla málið á Toftum í 25. umfari.
Hjá AB kemur tað illa við, at Marius Kryger Lindh, sum hevur verið eyðsýndasti AB spælarin í ár, er so mikið illa darvaður av skaða, at hann síðstu vikurnar hevur verið millum lítið og einki á vøllinum.
Hjá Víkingi eru eykamálverjin Hans Jákup Arngrímsson og Signar á Brúnni tøkir aftur, eftir at teir hava verið á lestrarferð.
Stigatalvan sigur, at um tað eydnast Víkingi at vinna í minsta lagi eitt stig á Argjum í dag, so verður vissa fyri, at silvurkrónurnar enda í Sarpugerði.
Fyrr í ár hevur Víkingur vunnið tvær ferðir ímóti AB í Gøtu – 4-1 og 7-0.