– Tað harmar meg, at vit ikki fáa arbeitt skjótari við at lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi.
Soleiðis sigur Bill Justinussen úr Miðflokkinum, nú eftirspurningurin eftir starvsfólkum er so høgur, at fleiri fyritøkur í ymsum vinnum eru sperdar. Tí heldur Bill Justinussen, at útlendsk arbeiðsmegi kann bøta upp á trupulleikan.
– Hetta er eitt so stórt og átroðkandi mál, sum kann koma at kosta okkum dýrt, um vit ikki fáa loyst hetta sum skjótast, sigur Bill Justinussen og sipar til búskaparligar avleiðingar.
– Vit hava atgongd til allan ES-marknaðin. Men tað vísir seg innan fyri nakrar branchur at vera hopileyst at fáa fólk. Serliga innan tænastuvinnuna, sigur hann.
Bill Justinussen vísir á, at arbeitt hevur verið við hesum í eina tíð, men tað gongur for seint at fáa útlendingar úr triðjalondum til Føroya at arbeiða.
– Sum nú er tekur tað eina evigheit. Tað kann taka millum 6 og 9 mánaðir at fáa loyvi. Tað er umsitingarliga tungt, tí umsitingin gongur so høgt uppí detaljurnar um føreikarnar hjá fólki at arbeiða. Tað er órímiligt at hava so nógv krøv, sigur hann og vísir á, at donsku visum-myndugleikarnar eru ótrúliga tungir at dansa við.