##med2##
- Hetta høvdu vit væntað, tí hóast tað eru lutfalsliga fá fólk, sum lata seg kanna, so er parturin av teimum, sum eru positiv, veksandi, soleiðis at tey positivu í kanningunum nú nærkast helvtini av teimum kannaðu.
Tað segði Pál Weihe við Árna Gregersen í tíðindunum á FM1 á miðdegi í dag. Hann vísti eisini á, at vit helst hava eitt stórt myrkatal av koronu-smittu í samfelagnum.
- Tað eru fólk úti í samfelagnum, sum hava koronu, harav nøkur eingi sjúkueyðkenni hava, og so eru tað tey, sum ikki fáa tikið seg saman til at lata seg kanna við einari skundkanning og soleiðis heldur ikki við einari PCR-kanning.
Pál Weihe væntar soleiðis, at talið av teimum, sum hava koronu í dag, er størri enn talið av teimum, sum verður skrásett positiv við PCR-kanningum.
- Hóast út við helmingurin av føroyingum nú hava havt koronu, merkir tað ikki, at hetta í sær sjálvum kemur at steðga farsóttini. Eg vænti, at tá februar mánaði er av, eru vit kanska uppi á eini 70 prosentum, sum hava havt koronu.
Tá trúgvi eg, sigur Pál Weihe, ráðgevi í koronu-spurningum, at farsóttin fer at helma í av sær sjálvari.
- Eg trúgvi, at februar verður hin stóri mánaðurin, har arbeiðsplássini fáa trupulleikar, tí so nógv fólk gerast smittað. Sjúkrahúsverkið merkir longu nú sviðan av, at nógv smitta er millum starvsfólk.
Hann vísir á, at tá so nógv fólk hava krímsjúku í samfelagnum í senn, verða tað altíð nøkur sum eisini verða innløgd vegna ymiskar trupulleikar.
- Tí vænti eg, at talið av innleggingum helst eisini kemur at veksa.
Tað merkir tó ikki neyðturviliga, sigur koronu-ráðgevin, at hetta er ein vandamikil støða fyri samfelagið, men hetta kann gerast ein trupul støða, tí tað kann gerast trupult at fáa arbeiðsplássini at virka.
Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen á FM1 hevði við Pál Weihe á miðdegi í dag - við at trýsta á pílin undir myndini.