Tað kann ganga skjótt

- Mín kensla er, at festararnir skilja týdningin av, at golfvøllur verður bygdur á Glyvursnesi, sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni.

- Mín kensla er, at festararnir skilja týdningin av, at golfvøllur verður bygdur á Glyvursnesi, sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni.

 

Hinvegin er greitt, at tað er neyðugt hjá kommununi at skilja, hvussu stórt inntriv tað er í gerandisdegin hjá festarunum, at golfvøllur verður bygdur.

 

Tað er Búnaðarstovan, ið umsitir landsjørðina, ið løgtingið ræður fyri, og tað er tí eisini Búnaðarstovan, ið skal fyrisita møguliga sølu av hesi landsjørð.

 

- Tað kann verða so mangt, ið krevur, at selt verður burtur av landsjørðini, eitt nú um vegir ella havnir skulu byggjast. Í hesum førinum er talan um at gera ein golfvøll, og mín kensla er, at festararnir skilja týdningin av, at Føroyar fáa ein golfvøll, sigur Bjørn Patursson.

 

Hann sigur, at teir hava móttikið eina umsókn frá Tórshavnar kommunu, og hedan hevur verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtunum.

 

- Hoyringsfreistin er farin, og vit hava fingið viðmerkingar frá øllum viðkomandi. Nú skulu so samráðingar til, og ganga tær skjótt og lætt, skal tað ikki standa á okkum, sigur Bjørn Patursson.

 

Hann viðgongur, at talan er um eitt stórt inntriv, serliga hjá øðrum av festarunum.

 

- Festararnir vóna bara, at kommunan og ÍSF duga at síggja, hvussu stórt inntrivið í veruleikanum er hjá teimum. Ein avtala má gerast millum festarar og tann ið ger inntrivið, men hvussu skjótt tað kann gerast, dugi eg ikki rættiliga at siga, sigur Bjørn Patursson.

 

Gongd er í málinum.

 

- Vit eru í løtuni í holt við at svara kommununi. Tað veldst um, hvussu torskild støðan er, og tess skjótari vit fáa viðurskiftini fram frá øllum pørtum, tess skjótari gondur málið, sigur Bjørn Patursson stjóri á Búnaðarstovuni.