Tað hevur verið øgiliga spennandi

Eftir ein mánað í politikki, hevur Annika Smith hevur fingið blóð upp á tonnina

- Hetta hevur verið øgiliga spennandi.

 

Tað sigur føroyska Annika Smith.

 

Nú í ein mánað hevur hon sitið í danska fólkatinginum sum varafólk, men tann leikluturin er nú av á hesum sinni.

 

Hon fór úr aftur Fólkatinginum í fríggjadagin. Men hóast tíðin sum tinglimur var stutt, í hesum umfari í hvussu so er, sigur hon, at hon hevur lært nógv í Fólkatinginum. Og hon leggur afturat, at hon hevur avgjørt hug at stilla upp aftur.

 

- Tað gevur øgiliga góða meining at virka fyri tí, sum kann broyta samfelagið til tað betra, sigur hon

 

Hon er umboðar SF og hon hevur eisini við góðum huga atkvøtt ímóti tí, Dansk Folkeparti stendur fyri.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Anniku Smith greiða Rólanti Waag Dam á Rás2, hvussu henndan tíðin í politikki royndist.