Tað hevði verið ófyrigeviligt

Tað er skelkandi at hoyra fólk tosa um at Føroyar skulu slíta samstarvið við Russland, tí Føroyar tjena 1,2 milliardir upp á um árið, sigur stjórin í Faroe Agency

Tað er einki minni enn skelkandi at hoyra fólk tosa um, at Føroyar skulu umhugsa at slíta sítt samstarvið við Russland á fiskivinnuøkinum. Tað sigur Karl-Erik Reynheim, stjóri í Faroe Agency.

 

Faroe Agency umboðar tey russisku skipini í Føroyum hevur sostatt stóran, fíggjarligan áhuga í málinum. Og í eini viðmerking til støðuna, staðfestir stjórin, at gera vit eitt mistak her, kunnu avleiðingarnar av tí gerast verri enn mong ímynda sær. Hann sigur, at hetta er eitt samstarv, sum Føroyar tjena 1,2 milliardir upp á um árið.

 

Tí undrast vit á, at nakar føroyingur kann mæla til at tveita alt hetta fyri borð - kanska bara fyri at flagga fyri umheiminum at Føroyar vil veittra ein moralskan fremstafingur ímóti einum stórum landi sum kríggjast. Er hetta av prinsippiellum orsøkum, hví veittra vit so ikki eisini ímóti øðrum ið hava kríggjast enn drápiligari, spyr hann.

 

Hann sigur, at nokta vit russiskum skipum at brúka føroyskar havnir, merkir tað í roynd og veru at føroyingar, sum kanska einasta land í verðini, vilja forða fyri at fátæk lond fáa matvørur – og hevði tað verið etiskt, spyr hann eisini.

 

Karl-Erik Reynheim sigur, at nokta vit russisku skipum at brúka føroyskar havnir, gevur tað ikki longur meining fyri russisk skip at fiska og umlasta á okkara leiðum. Og tað hevði samstundis borið í sær at botnfiskakvotan hjá føroyingum í russiskum sjógvi fór fyri bakka.

 

Tað hevði verið ófyrigevilig, tí missa vit okkara frystitrolarar, hvørvur eisini ein ógvuliga specialiserað vinna, sum hevur tikið mong ár at byggja upp og sum verður ómøgulig at endurreisa, leggur hann afturat. Trýst HER og les meiri um, hvussu stjórin á Faroe Agency metir um støðuna í sambandi við fiskivinnusamstarvið ímillum Føroyar og Russland