Tað hevði helst gjørt tað upp aftur dýrari

Tað fer ikki at gera tað bíligari at pilka við lánini

Myndina tók Ingi Sørensen

Sum støðan er nú, hevði tað helst bara gjørt tunlarnar dýrari at broytt lánini til Eysturoyartunnulin og Sandoyartunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Tað er Frimodt Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur reist spurningin,tí hann vísir á, at nú ber til at fáa rættiliga bílig lán. Talan er enntá um, at tað er negativ renta av at taka lán og tað merkir, at ístaðin fyri at rinda rentu av lánum, fáa lántakarar rentu fyri at taka lán. Frimodt Rasmussen vísir til ætlaða undirsjóvartunnilin undir Femernsund ímillum Lolland í Danmark til týsku oynna, Femern. Undirsjóvartunnilin kostar 60 milliardir og mett var, at tað fór at taka 35 ár til hann er goldin, tí mett varð, at rentan fór at liggja um trý prosent. Men nú lánini eru tikin, vísir tað seg, at rentan er negativ og at afturgjaldstíðin er stytt frá 35 árum, niður í  25 ár.

 

Men Jørgen Niclasen sigur, at so lætt verður tað ikki í sambandið við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Hann sigur, at tunnilsfelagið hevur upplýst, at eftir teirra tykki er tað ikki, ein fyrimunur at leggja skuldina, sum støðan er nú, tí tað hevði verið ov dýrt at sagt lánini og at lagt tey um.

 

Tað er eisini ivasamt, um felagið hevði fingið lagaligari fígging við fastari rentu og váðin við broytiligari rentu, er ov stórur. Harafturat er Sandoyartunnilin ikki komin ígjøgnum enn og tí er enn ein ávísur byggiváði.

 

Jørgen Niclasen sigur, at hartil eru inntøkurnar frá bilum, sum koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin nakað lægri enn tað, sum mett varð frammanundan og tí er kredittviriðið helst nakað verri enn tað var í 2016, tá ið avtalurnar um fígging vórðu gjørdar.

 

– Hetta ger tað sera ivasamt, um tað ber til at fáa eina fígging, sum er lagaligari enn verandi fígging og í løtuni er tískil ikki ætlanin at kanna møguleikan nærri at umfíggja skuldina, sigur landsstýrismaðurin.

 

 

 

Myndina tók Ingi Sørensen