Hetta hava verið einar stak friðarligar páskir. Tað sigur løgreglan nú høgtíðin er farin aftur um, og tey hava gjørt støðuna upp. Tey siga, at tað sær út til at fólk hava hildið einar ordiligar páskir, tí sum heild hevur tað ikki verið nógv fólk í býnum. Men tað hevur verið stak friðarligt, og fyri onkrar av døgunum er hevur løgreglan at kalla púra blankt pappír.
Tey hava havt fatur á onkrum einstøkum, sum ikki hevur dugað sær hógv og onkur bilførarar hava fingið bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.