Fyri einari viku síðani vann EB/Streymur fyrsta landskappingardystin í ár. Tað var á Argjum. Tá var lagið gott, og vónin var, at nú høvdu teir í Sundalagnum fingið um endan. Tí var vónbrotið ógvuliga stórt, tá ið tað hósdagin endaði við 3-0 heimatapi ímóti ÍF, sum skoraði øll málini síðstu tjúgu minuttirnar.
Í dag eigur EB/Streymur nýggjan møguleika á heimavølli. Meistararnir í B36 eru á veg norður til Margáir. Eftir tapið ímóti ÍF varð sagt, at tað var breiddin hjá ÍF, sum gjørdi mun rætta vegin, og at tað var tepri hópurin hjá EB/Streymi, sum kostaði.
Tað kann fara at vísa seg, at hópurin hjá EB/Streymi verður uppaftur teprari í dag. Tveir av lyklaspælarunum, sum hava flestu royndirnar, eru verjukendi miðvallarin Arnar Dam og fremsti maður Leif Niclasen. Tað er ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla í dag. Arnar fór av vøllinum stutt eftir steðgin ímóti ÍF. Hann er plágaður av vøddaskaða, og Leif Niclasen er eisini skaðadarvaður.
Í B36 var lagið gott hósdagin, tá ið úrslitið var 2-2 í Runavík. Tó var tað ein strika í rokningini, at Ibrahima Camara, sum var væl upplagdur og skoraði annað málið, varð vístur av vøllinum og harvið er leikbannaður í dag. Tað kann roknast við, at Jákup á Borg verður fremsti maður, stuðlaður av Lukasz Cieslewicz.
Í B36 hava teir ikki gloymt, at úrslitið í fyrsta umfari var 1-1, tá ið EB/Streymur vitjaði í Gundadali.