Klokkan 19 í kvøld verður sjøtil settur á fimta umfar í bestu landskappingini hjá monnum. Tað verður í Klaksvík, har KÍ, sum framvegis hevur fulla úrtøku, fær vitjan av meistarunum í Víkingi.
Hjá Víkingi hava Ari Olsen og Bergur Gregersen verið nógv á vongverjunum í ávikavíst høgru og vinstru. Ari Olsen hevur ikki verið við seinastu ferðirnar, tí hann er darvaður av vøddaskaða. Bergur Gregersen hevur brotið beinið og er langtíðarskaddur. Ingi Jonhardsson hevur royndir á vongverjanum í vinstru, og har verður hann í kvøld. Ragnar Skála hevur síðstu ferðirnar verið vongverji í høgru, og tað er sannlíkt, at hann eisini verður har í kvøld.
Hjá KÍ hevur trupulleikin seinastu ferðirnar verið á vongverjanum í vinstru. Robert Williams, sum er nýggjur í felagnum, var ætlaður til tað plássið, men hann hevur verið nógv skaðadarvaður. Claes Philip Kronberg hevur spælt nógv í vinstra verjuborði, men hann hevur higartil í ár verið nógv skaddur. Í 2-1 steypasigrinum mánakvøldið í Gundadali ímóti HB var Latif Ahmed vongverji í vinstru, inntil hann tíggju minuttir eftir steðgin sá gula kortið fyri aðru ferð og tí varð vístur av vølli.
René Shaki Joensen varð tá skiftur inn á vongverjan í vinstru. Síðani landsdystin ímóti Montenegro hevur hann verið darvaður av skaða í lærkrikanum, men tað er møguleiki fyri, at hann verður við í kvøld.
Hjá Víkingi er Olaf Bárðarson leikbannaður, og hjá KÍ er Árni Frederiksberg leikbannaður. Hjá Víkingi hevur miðverjin Arnbjørn Svensson ikki verið førur fyri at spæla seinastu ferðirnar, og hjá KÍ er ivasamt, um miðverjin Deni Pavlovic er førur fyri at spæla.
KÍ – Víkingur: Dagfinn Olsen kl. 19.00.