Ársúrslitið hjá trolvirkinum Vónini fyri 2016 var góðar 24,5 milliónir krónur. Tað er munandi frægari úrslit enn árið fyri, tá tað var 19 milliónir krónur. Talan er um besta ársúrslit, sum sæst í yvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz, sum røkkur aftur til 2004. Miðalúrslitið síðani 2004 hevur verið 11 milliónir krónur.
Endamálið hjá P/F Vónini er at framleiða og selja fiskireiðskap og aliútgerð, reka handil og ídnað ella annað virksemi í hesum sambandi.
Bruttoúrslitið hjá felagnum í fjør var 72,8 milliónir krónur ímóti 70,1 millión árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 24,5 milliónir krónur ímóti 19,1 millión árið fyri. Tað heldur leiðslan vera nøktandi.
Leiðslan skrivar í ársroknskapinum, at felagið arbeiðir við at betra um raksturin og økja um vinningin. Eisini arbeiðið felagið við at økja um marknaðarpartin og soleiðis at styrkja um støðu sína á altjóða marknaðinum.
Eginogn felagsins er nú 101,3 milliónir krónur í mun til 85 milliónir árið fyri.
Felagið hevur útgoldið sínum eigara 8,5 milliónir krónur í vinningsbýti.
Stjóri í P/F Vónini er Hjalmar Hentza Petersen.
Í nevndini sita:
Hjørtur Valdemar Erlendsson
Árni Tór Rasmussen
Emil Viðar Eytórsson
Ingi Tórðarson
Klaus Rasmussen