Allur farmurin er avgreiddur – og hann er komin fram til tíðina. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Herjólfur hevur røkt ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina í hálvatriðju viku.
Á Løgtingsfundi í gjár, reisti Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, spurningin ferðasambandið til og úr Suðuroynni, nú Smyril er í dokk. Í hesum sambandi spurdi hann landsstýrismannin, hvørjar loysnir landsstýrismaðurin hevur fyri at bøta um ferðasambandið ímeðan Smyril er í dokk.
Hann vildi eisini hava at vita um nakað er gjørt fyri at útvega fleiri túrar við tyrluni og somuleiðis spurdi hann, hví Norrøna ikki sigldi nakrar túrar, soleiðis sum tað hevur verið frammi.
Høgni Hoydal heldur, at tað, landsstýrið hevur bjóðað suðuroyingum, er størsta afturstig í føroyskari samferðslusøgu í nýggjari tíð. Suðuroyingar bera orð fyri at vera ótolnir, men her hava teir víst seg at verða tolnasta fólkaslag í verðini, tí teir eru fullkomiliga koplaðir úr, sigur formaðurin í Tjóðveldi.
Hann er sannførdur um, at vit síggja als ikki avleiðingarnar av ferðasambandinum, tí fólk og vinna setast aftur. Nógv ítróttarvirksemi er lagt stilt og tað sama er við ferðavinnuni og mentanarlívi. Tað ikki so nógv arbeiðið á Varðanum Pelagic, men spurningurin er so, hvussu verður, tá ið meiri verður at gera.
Edvá Jacobsen heldur, at vit eiga at læra av hesi støðuni tí skipið er í minna lagi, hóast tað vísir seg, at fólk eru væl nøgd við tað.
Uni Rasmussen sigur, at tey hava tosað við Smyril Line, men tað vísir seg, at teir túrar, Norrøna kann sigla, liggja so illa fyri um dagin, at teir eru ikki til nakra nyttu. Hann ásannar, at tað er ikki so nógv virksemið á Varðanum Pelagic, men virksemið kann økjast nakað væl afturat, uttan at tað elvir til trupulleikar við farmaflutninginum við Herjólfi. Hann sigur, at tað hevur gingið væl at avgreiða tann farmin, sum skuldi flytast. Allur farmurin er fluttur - og hann er komin fram til tíðina, leggur hann afturat.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur riggað ordiliga væl at samskipa ferðsluna og vinnuliga virksemið, sum hevur brúk fyri farmaflutrningi. Hann vísir á, at virksemið á Varðanum er ikki niðurlagað tí Herjólfur ikki klárar at flyta farmin. Hann leggur afturat, at ætlanin er ikki at gera meir við ferðasambandið til Suðuroynna, tí tað vísir seg, at sum er, er tað ikki brúk fyri meiri kapasiteti.
Men hann viðgongur kortini, at er óheppið at Herjólfur er so nógv minni enn Smyril, tí hann fær ikki ført so nógvar bilar - og tað hevur ført til, at nógv virksemi er skert, tí at fólk setast aftur. Men hetta var tað, sum tað bar til at fáa í hesum umfari, sigur hann.