- Vit eru nú 16 fólk fleiri enn fyri einum ári síðan. Fólkavøksturin kemst av, at barnafamiljur støðast í Vági, og fleiri flyta til.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag, sum fegnast um, at fólkatalið veksur. Sambart Hagstovu Føroya búgva nú 1.375 fólk í Vági.
- Hetta er gleðiligt, og fólkavøksturin kemst av, at fólk flyta til Vágs, eisini barnafamiljur. Higartil í ár eru 12 børn fødd í kommununi.
Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, sigur, at í Vági hevur verið arbeitt við at betra um umstøðurnar á dagstovnaøkinum.
- Eitt nú hava vit útbygt barnagarðin, Eikilund, sum nú hevur eina stovu aftrat, ið hevur pláss fyri 25 børnum.
Hann vísir á, at Vágs kommuna er ein góð kommuna at liva í, og her eru nógv frítíðartilboð, bæði innan ítrótt, trúarlív og aðrar felagsskapir.
- Kommunan ger sítt til, at nógv tiltøk eru ígjøgnum alt árið.
Umframt kommununa, er tað eisini felagsskapir og einstaklingar, ið taka stig til ymisk tiltøk.
- Alt hetta er viðvirkandi til, at vágbingar fáa ein fjøltáttaðan gerandisdag, leggur borgarstjórin, Bjarni Johansen aftrat.











