Tað gongur fram á – stútt og róligt

Eg eri eitt sindur bjartskygdur nú, sigur ráðgevarin í koronu

Nú eri eg eitt sindur bjartskygdur um støðuna. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu. Síðani á ólavsøku eru bara sjey tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum, samstundis sum at alsamt fleiri verða koppsett.

 

Hann ásannar, at enn er nakað eftir á mál til so nógvir føroyingar eru koppsettir til at smittan er bast, men hann leggur afturat, at fyri hvørja sproytu, sum verður givin, batnar støðan. Í løtuni er støðan tann, at stívliga tveir triðiðingar av fólkinum hevur fingið ta fyrru sproytuna og stívliga 60 prosent hava eisini fingið ta seinnu sproytuna, og eru liðugt koppsett.

 

Og tað legst afturat fyri hvønn dag, sum gongur og síðani á ólavsøku eru 4.000 fólk koppsett. So hóast vit ikki eru komin á mál við koppsetingini, eru vit í eini heilt munandi betri støðu nú, enn vit hava verið. Tað gongur framá, stútt og róligt, og fyri hvørja sproytu, sum verður givin, torførari verður hjá smittuni at breiða seg, sigur Pál Weihe. Serliga fegnast hann um, at rættiliga stórur partur av teimum eldru og veiku, sum illa tola at fáa koronu, eru koppsett.

 

Kortini leggur hann stóran dent á týdningin av at vit halda fram við koppsetingini og í tí sambandi heldur hann, at tað er eitt gott tiltak at fáa kommunurnar upp í og at fara kring landið og at tyrlan hevur verið á útoyggjunum og koppsett fólk.

 

– At hesi stigini verða tikin er eitt tekin til fólk um, at heilsumyndugleikarnir taka støðuna í fullum álvara, tí hetta er einasta verja, vit hava at bjóða fólki, sigur ráðgevarin í koronu.

 

Og hann heldur, at tá ið vit eru komin til endan á august, fer at síggja heilt gott út. Men hann væntar kortini ikki, at vit kunnu sleppa endanum heilt, tí uttan úr heimi koma alla tíðina fráboðanir um nýggj útbrot. Tað merkir, at vit mugu alla tíðina vera á varðhaldi og tað kann ikki útihýsast, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk aftur seinni, heldur hann.