Tað gongur einki hjá Íslandi

Íslendski málskjúttin ímóti Armenia er tann yngsti yvirhøvur á landsliðnum

Ísak Bergmann Johannesson javnar til 1-1 ímóti Armenia á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í gjárkvøldið. mynd: mbl.is

Tað gongur ikki so væl hjá Íslandi í hesi HM undankappingini. Ísland er á 60. plássi á FIFA styrkislistanum. Í gjárkvøldið hevði Ísland á Laugardalsvøllinum vitjan av Armenia, sum er nummar 89 á FIFA styrkislistanum. Úrslitið var 1-1, eftir at Armenia var frammanfyri 1-0 í fyrra hálvleiki.

 

Ísland hevur spælt sjey dystir og hevur fimm stig eftir sigur ímóti Liktinstein og javnleikir á heimavølli ímóti Norðurmakedonia og Armenia.

 

Innskifti Ísak Bergmann Johannesson javnaði í gjárkvøldið til 1-1, tá ið tað restaðu 13 minuttir. Hann spælir við FCK og er yngsti málskjútti nakrantíð hjá Íslandi í fótbóltslandsdysti.

 

Frammanundan átti Bjarni Guðjónsson metið. Hann er pápabeiggi Ísak Bergmann og hevur júst tikið við aftur sum venjari í KR í Reykjavík, har hann áður hevur verið venjari. Abbi 18 ára gamla Ísak Bergmann, sum nú er yngsti málskjútti á íslendska landsliðnum yvirhøvur, er Guðjón þórðarson, sum í fyrraárið var venjari hjá NSÍ.

 

Ísak Bergmann Johannesson var 18 ár 6 mánaðir og 15 dagar, tá ið hann í gjárkvøldið javnaði til 1-1 ímóti Armenia. Bjarni Guðjónsson skoraði fyrsta og einasta málið fyri Ísland í 23 landsdystum 11. oktober 1997, tá ið Ísland í HM undankappingardysti á heimavølli vann 4-0 ímóti Liktinstein. Tá var hann 18 ár 7 mánaðir og 13 dagar gamal.

 

Næsti dystur hjá Íslandi verður mánakvøldið á heimavølli ímóti Liktinstein.

 

Ísak Bergmann Johannesson javnar til 1-1 ímóti Armenia á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í gjárkvøldið. mynd: mbl.is