Tað góða lívið – kjak um sosialpedagogikk

Mikukvøldið var pallborðsfundur í Miðlahúsinum um sosialpedagogikk. Tað var Føroya Pedagogfelag, sum skipaði fyri fundinum, sum varð útvarpaður beinleiðis á Rás2.

 

Mikukvøldið var pallborðsfundur í Miðlahúsinum um sosialpedagogikk. Tað var Føroya Pedagogfelag, sum skipaði fyri fundinum, sum varð útvarpaður beinleiðis á Rás2.

 

Í vár hevur Pedagogfelagið sett sjóneykuna á sosialpedagogikkin, og fundurin mikuvkødlið var enn eitt átak í hesum sambandi.

 

Yvirskriftin fyri pallborðsfundinum var “Tað góða lívið”, og tey, sum vóru boðin at kjakast, vóru Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Rósa Samuelsen, forkvinna í Løgtingsins trivnaðarnevnd, Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunufelagnum, og Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.


 

Orðstýrari var Øssur Winthereig, journalistur.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra allan fundin.