TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við tvífalda málskjúttan hjá FC Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen, sum kann fegnast um ein 3-2 heimasigur ímóti EB/Streymi í dag.
Jón fegnast serliga um fyrra hálvleik, har hann fekk tvey mál, og hansara lið eina trygga 3-0 leiðslu. Men hann ásannar, at teir í FC Suðuroy komu sær í trupuleikar, tá EB/Streymur svaraði aftur við tveimum málum, og teir í FC Suðuroy máttu verja tað teir høvdu.