Tað gekk so skjótt fyri seg

Tað segði annar stýrimaðurin á Anitu í sjófrágreiðing í dag; tað gingu bert 10-15 sekund frá tí, at maðurin kom fastur til hann var farin í havið.

Tað segði annar stýrimaðurin á Anitu í sjófrágreiðing í dag; tað gingu bert 10-15 sekund frá tí, at maðurin kom fastur til hann var farin í havið.

 

Annar stýrimaðurin var á brúnni, tá vanlukkan hendi.

 

Hann stóð og fylgdi við á einum skermi, meðan teir tríggir menninir á dekkinum fingu gørnini út.

 

Hann helt, at tað meira var maðurin, sum traðkaði í lykkjuna, heldur enn lykkjan sum kom um beinini á manninum.

 

Hann sá indonesan verða lyftan upp um garnapawnin, síðani sláa høvdið í ein jarnkant, áðrenn hann endaði á dekkinum, fyri síðani at verða ryktur fyri borð.

 

Hann sló beianvegin maskinuna bakk, og rann síðani niður og segði skiparanum og fyrsta stýrimanni, hvat var hent. Síðani kvikaði hann sær upp aftur á brúnna.

 

Eisini hann segði seg síggja styvlan hjá horvna manninum flóta í sjónum, meðan teir drógu gørnini inn aftur.

 

Vindurin var tá nógvur har á leiðini, 25 m/s av útsynningi.

 

Tá teir vóru vísir í, at maðurin ikki var í gørnunum, kvettu teir og fóru at leita. Teir leitaðu alla náttina, og dagin eftir, tá Brimil var komin, leitaðu teir saman við Brimli.