Tað var nær við og næstan hjá Íslandi, men tað gekk ikki. Sjálvandi eru íslendingar í Kroatia og heima í Íslandi ógvuliga vónbrotnir í kvøld. Tað eru teir, tí Ísland í kvøld tapti 2-0 í seinna finaludystinum um eitt pláss í HM endaspælinum í Brasil næsta summar.
Fríggjakvøldið endaði tað málleyst í Reykjavík. Í kvøld vann Kroatia 2-0 á heimavøllinum í Zagreb. Støðan í hálvleikinum var 1-0, men íslendska vónin var framvegis bjørt. Tá var kravið bara at skora eitt mál á útivølli, og vánir vóru fyri tí, eftir at Kroatia í 38. minutti misti Mandžukić, sum varð rikin av vøllin fyri óvanliga ófantaligt fríspark.
Men beinanvegin eftir steðgin mest sum hvarv íslendski møguleikin. Tveir minuttir eftir steðgin økti Srna um heimaleiðsluna. Íslendingar løgdu hondina á knæið, tá ið teir vístu stóran vilja at koma aftur í aftur. Teir spentu álopsbogan ógvuliga høgt, men tað eydnaðist teimum ikki at spæla seg til opnar málmøguleikar. Heldur var tað kroatiska liðið, sum í skjótum mótálopum spældi seg til fleiri upplagdar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltir framvið íslendska málverjanum, sum ikki sá heilt sannførandi út, tá ið Kroatia skoraði til 2-0.
Fagnaðurin í Kroatia er stórur, og íslendska vónbrotið er stórt í kvøld. Sum frá líður er tó einki at ivast í, at íslendingar fara at minnast aftur á hesa undankappingina við stoltleika. Sum gongdin hevur verið í hesi undankappingini, so er møguleikin ikki so lítil fyri, at Ísland í næstu EM undankappingini aftur fer at verða við í stríðnum um atgongumerkini til endaspælið.










