Tað gekk akkurát hjá HB

FC Suðuroy legði seg framum 1-0, men misti á stokkinum, og so vann HB 2-1 á Vágseiði

Tað er fagnaður í HB leguni, og tað er stórt vónbrot í heimaleguni á Vágseiði, har FC Suðuroy og HB í dýrdarveðri seinnapartin hava spælt fyrsta dystin í sjeynda umfari.

HB vann 2-1, og tað var einki at siga til, at fagnaðurin var stórur, tá ið Eiler Rasmussen bríkslaði fyri síðstu ferð. Liðformaðurin Fróði Benjaminsen skoraði sigursmálið til 2-1 í 90. minutti. Tríggir minuttir vórðu lagdir aftrat, men tá megnaði heimaliðið ikki at reisa seg aftur.

Við rimmar skoti úr 19-20 metrum legði Mamuka beinanvegin FC Suðuroy framum. So myndaðist spælið á tann hátt, at heimaliðið vardi og lúrdi eftir møguleikum at fara í skjót mótálop, meðan HB størsta partin av tíðini hevði bóltin. Tað gekk tó striltið at skapa upplagdar málmøguleikar, men lítla løtu undan steðginum eydnaðist tað at javna við brotssparki, sum Levi Hanssen umsetti til 1-1.

Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru heimamenninir bragdligir, men sum tíðin leið, so var tað soleiðis, at HB hevði bóltin, og at FC Suðuroy vardi. Í 90. minutti eydnaðist tað Fróða Benjaminsen at skora sigursmálið úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr vinstru.

HB hevur tólv stig, og FC Suðuroy hevur trý stig.

Seinni í kvøld – klokkan 18 – fær toppliðið NSÍ vitjan av AB.

Á in.fo varð sagt frá gongdini í Vági:

http://bender.ctrl.fo/index.php?id=47