Tað gekk akkurát hjá B36

Við sigri í Trongisvági tók ÍF seg úr botninum, og hóast AB skoraði ársins fyrsta mál, so ber heimatapið ímóti 07 Vestur við sær, at argjamenn framvegis einki stig hava vunnið

Tríggir dystir í bestu fótbóltsdeildini hava verið í góðveðrinum tíðliga í kvøld.

 

ÍF vann 1-0 í Trongisvági. Einasta málið skoraði Hans Jákup Lervig longu í øðrum minutti.

 

TB royndi at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. Poul Ingason var í onkrari góðari støðu, og tá ið ein hálvur tími var farin, hevði Gilli Rólantsson Sørensen góða roynd, men bólturin fór framvið málinum.

 

Í hinum endanum var skjóti og sterki ÍF álopsspælarin Jhon Mena Perez støðug hóttan. 1-0 sigurin í Trongisvági ber við sær, at ÍF nú hevur 9 stig fyri 6 dystir, meðan TB hevur fýra stig.

 

Í Hólmanum á Eiði eydnaðist tað B36 at vinna 2-1. Sigursmálið skoraði innskifti Bjarki C. Nielsen, tá ið eitt stórt korter var eftir. Hann var fyrstur á bóltinum, eftir at málverjin hevði hálvbjargað.

 

B36 siftir tríggjar menn inn, tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki, og støðan framvegis var 1-1. Umframt Bjarka C. Nielsen vórðu Andrass Johansen og Benjamin Heinesen settir á vøllin, og tá varð B36 trýstið støðugt og tungt ímóti heimamálinum.

 

Michal Przybylski, sum leingi hevur verið skaddur, var í kvøld ímillum teir fyrstu ellivu, og hann setti hol á beinanvegi. Tíggju minuttir undan steðginum vann EB/Streymur brotsspark, sum Bogi Reinert-Petersen umsetti til 1-1.

 

B36 sigurin á Eiði ber við sær, at B36 hevur 15 stig, og EB/Streymur hevur 7 stig.

 

Inni í Vika á Argjum vann 07 Vestur 2-1. Tað sá út til, at talan fór at verða um tryggan 07 Vestur sigur, tá ið Høgni Egilstoft Nielsen úr stuttari fjarstøðu og so Uros Stojanov við høvdinum eftir innlegg úr vinstru eftir lítlari løtu skoraðu til 1-0 og 2-0. Men síðstu minuttirnar varð tað heilt spennandi, eftir at Nicklas Mehl eftir deyðbólt og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.

 

Tá var klokkan farin av vanligu leiktíðini, men tað eydnaðist ikki AB at javna. Í síðstu løtu streyk bólturin eftir langskot dygst framvið málinum aftanfyri Ara í Haradstovu Petersen.

 

07 Vestur hevur 7 stig, og AB bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum.