Sum vit hava skrivað, er ætlanin at byggja eitt stórt hús í miðbýnum í Havn, sum bæði skal vera parkeringshús og íbúðarbygningur. Húsið skal byggjast á einum stykki ímillum Bøkjarabrekku sunnanfyri og Kongagøtu norðanfyri. Eystanfyri er Tinghúsvegurin og vestanfyri er Niels Finsens gøta. Innkoyring verður frá Bøkjarabrekku og útkoyring verður eftir Kongagøtu.
Har verður parkeringspláss til 135 bilar, umframt 21 íbúðir og býráðið hevur nú samtykt at fara undir arbeiðið at broyta byggisamtyktina so at verkætlanin kann fremjast í verki.
Les meir um tað her: Umstrídd ætlan um parkeringshús í miðbýnum í Havn er grivin fram aftur
Hetta er ein ætlan, býráðslimir hava verið grundleggjandi ósamdir um – og tað eru teir enn. Meirilutin í býráðnum sigur, at hetta er einasti møguleiki at fáa parkeringspláss beint við gongugøtuna. Men Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sigur, at miðbýurin skal ikki brúkast til parkeringshús. Hon heldur, at parkeringshús skulu leggjast uttan fyri miðbýin.
Tað gera tey aðrastaðni og tað eiga vit eisini at gera. Úrslitið av hesum verður at tað verða nógvar ferðir fleiri bilar í miðbýnum enn tað eru nú. Men vit skulu ikki hava fleri bilar í miðbýin, tvørtur ímóti skulu vit virka fyri at fingið fleiri bilafrí øki, sigur Gunvør Balle.
Tá ið mál verða løgd fyri býráðið at taka støðu til, plaga býráðið at hava eitt tilmæli frá umsitingini at taka støðu. Men í hesum máli hevur umsitngin einki tilmæli til býráðið, og tað undrar hana. Partakvinnan, Elsa berg, er samd. Hon staðfestir, at bilatalið í miðbýnum er nógv vaksið og tað er ein orsøk til at fólk ikki tíma at vera til gongu í miðbýnum, tí har er illa verandi fyri larmi og royki frá bilum.
Hon vísir eisini á, at Tórshavnar Kommuna hevur biðið serfrøðingar meta um støðuna og teir mæltu frá at gera parkeringshús í miðbýin, tí tað er ikki tað, sum skapar lív í býnum.
Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin tekur heldur ikki undir við hesum. Hon tekur ikki undir við, at býráðið fer at gera eitt parkeringshús í einum gomlum bústaðarøki mitt í býnum. Hon ásannar, at tað er brúk fyri nógvum parkeringsplássum, men hon sigur, at tað einasta rætta er at gera eina parkeringstunnil undir miðbýnum. Tað fer at framtíðartryggjað bæði ferðsluna og parkeringina, tí so kann ferðslar bæði suður og norður, og eystur og vestur, mitt í Havnini, verða undir jørð.
Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn, hevur eina heilt aðra áskoðan. Hon sigur, at ein orsøk til at tað eru so nógvir bilar í miðbýnum er nettupp tí at tað eru so fá parkeringsplás. Bilførarar noyðast nevniliga at liggja og koyra runt og. runt í miðbýnum fyri at finna eitt parkeringspláss.
Sleppa vit undan teirri ferðsluni, verða nógv færri bilar í miðbýnum, heldur Ruth Vang. Hon heldur, at tankin um ein bilfrían miðbý er sympatiskur. Men samstundis staðfestir hon, at veruleikin er, at vit fara at koyra í bili leingi afturat og tí mugu vit eisini hava parkeringspláss. Ein orøsøk til, at fólk ikki eru í miðbýnum, er, at tey fáa ikki parkeringspláss, og tí fara tey heldur í handlar aðrastaðni.
Hetta er eitt sjónarmið, øll í meirilutanum taka undir við tí tey halda, at skal miðbýurin verða bilafríur, krevst at tað eru nokk av parkeringsplássum beint við. Tá ið býráðið atkvøddi um málið, var úrslitið, at tær tríggjar, Gunvør Balle, Elsa Berg og Annika Olsen, atkvøddu ímóti.