Myndin er tikin í Vestmanna ein annan vetur. Men, í gjár vóru størstu trupulleikarnir aðrastaðni, serliga um Gøtueið og á Sandavágshálsi. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Tað eydnaðist at loysa avbjóðingarnar í ferðsluni í gjár

Eina løtu seinnapartin í gjár var vegurin um Gøtueið stongdur, og trupulleikar vóru eisini á landsvegnum um Sandavágsháls.

Myndin er tikin í Vestmanna ein annan vetur. Men, í gjár vóru størstu trupulleikarnir aðrastaðni, serliga um Gøtueið og á Sandavágshálsi. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Seinnapartin í gjár gjørdust koyrilíkindini rættiliga vánalig, og serliga í brekkuni omanfyri Syðrugøtu og á Sandavágshálsi vóru stórar avbjóðingar í ferðsluni.

 

Eina løtu seinnapartin var vegurin um Gøtueiði stongdur, tí ein trailari og nakrir lastbilar vóru komnir at standa í brekkuni niðan úr Syðrugøtu.

 

- Fyrst var tað ein trailari, sum koyrdi seg fastan, og síðan gjørdust fleiri aðrir stórbilar eisini fastir í brekkuni niðan á Gøtueið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at skuldi ferðslan fáast at koyra aftur, var neyðugt at steingja vegin eina løtu, meðan stórbilarnir vórðu fingnir leysir og kundu fáast niðan brekkuna.

 

Landsverk gjørdi sum altíð eitt gott arbeiði, og eftir einum góðum tíma kundi vegurin um Gøtueið latast uppaftur fyri ferðslu.

 

- Eisini á Sandavágshálsi stóðu fleiri bilar, og hesir fingu boð um at koyra oman aftur á slætt, til Landsverk hevði grivið, og koyrandi var aftur um hálsin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað framvegis er hált kring landið, men tíðliga í morgun hevði løgreglan einki hoyrt um trupulleikar í ferðsluni. 

 

 

 


 

 

Myndin er tikin í Vestmanna ein annan vetur. Men, í gjár vóru størstu trupulleikarnir aðrastaðni, serliga um Gøtueið og á Sandavágshálsi. Mynd: Birgir W. Høgnesen.