– Mælt verður frá allari óneyðugari koyring á Argjum, í Tórshavn og Hoyvík í kvøld og nátt. Givið verður at grava klokkan 22, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi í kvøld.
Landsverk sigur frá, at Vestmannavegurin er stongdur fyri í kvøld og letur ikki upp aftur fyrrenn grivið verður ígjøgnum í morginárini.
– Tað eru ring koyriklíkindir á Sandoynni. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og til Haldórsvíkar. Tað eru sera vánalig koyrilíkindir á Elduvíkarvegnum, til Funning, á Eiðisvegnum og Saksunarvegnum. Givist verður at grava á Oyggjarvegnum kl. 19.