Tað eru rættiliga nógvir koronu-kongar í Føroyum

Politikarar eru við at koma í neyð av koronu og fleiri vilja hava eina broyting

Í sambandi við koronu, hevur tað verið eitt staðiligt tilmæli frá heilsumyndugleikunum um at vit skulu gera nógv burturúr at kanna fólk fyri koronu. Tað hava føroyingar tikið til sín sum ongin annar, tí tilsamans eru næstan 550.000 koronukanningar gjørdar í Føroyum. Tað merkir, at í miðal er hvør føroyingur kannað meiri enn tíggju ferð, og so nógvar kanningar verða ikki gjørdar aðrastaðni.

 

Samstundis er tað eitt tilmæli, at fólk skulu lata seg kanna, áðrenn tey fara á jólaborðhald og í veitslu annars. Men nú eru politikarar komnir í neyð av koronukanningunum, tí tað er ein dýr søga fyri landskassan. Tað seinasta, vit hava frætt, er, at koronukanningar kosta landskassanum  ímillum eina hálva, og eina millión – um dagin.

 

Og nú eru alsamt fleiri politikarar farnir at tosa um at tálma útreiðslunum. Serliga ivast teir í um tað er rætt, at landskassin skal rinda fyri koronukanningar, tá ið fólk koma til Føroyar. Politikarar spyrja eisini um tað er neyðugt at kanna fólk sum annars eru frísk, bara fyri at vita um tey kanska eru sjúk.

 

Løgtingið fer akkurát nú at játta 18 milliónir afturat til koronukanningar, men tað er longu nú boðað frá, at tað verður neyðugt at játta eina stóra milliónaupphædd afturat.

 

Meirilutin í fíggjarnevndini heldur, at vit eiga at hugsa um, hvussu vit kunnu tálma hesum ógvusliga vøkstri. Tey siga, at ein máti at fáa tamarhald á støðuni er, at fólk, sum koma til Føroya, skulu sjálvi rinda fyri at verða kannað fyri koronu.

 

Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, helt turrisliga fyri í Løgtinginum fyrr í dag, at tað er ein rúgva av koronu-kongum í landinum. Eitt, hann hugsar um í hesum sambandi, er, at arbeiðspláss, stovnar og felagsskapir, gera sínar egnu reglur og krevja at starvsfólk, og fólk, sum tey hava við at gera, skulu kannast í tíð og úrtíð.

 

Meirilutin í fíggjarnevndini heldur eisini, at tey arbeiðspláss, sum krevja, at fólk skulu kannas fyri koronu, skulu rinda fyri tað sjálvi. Men Erhard Joensen leggur afturat, at beint nú hevur samgongan onga ítøkiliga ætlan í sambandi við koronukanningar.