Tað eru ikki pengarnir sum dríva verkið

- Eg trúgvi fult og heilt upp á, at tað ber til, men tað verður sjálvandi ikki uttan avbjóðingar, sigur ungi bóndin á størsta bóndagarði í landinum.

- Eg fór úr einum starvi sum maskinmeistari í Noregi til at taka við einum starvi sum bóndi í Saksun. So ein og hvør kann siga sær sjálvum, at tað var ikki fyri pengarnar, at eg valdi bóndalívið. Tað sigur Jóhan Jógvansson, bóndi í Dúvugørðum í Saksun.

 

Tað eru harafturímóti hugurin og ein turkatrúgv upp á, at tað ver til at fáa lønandi vinnu burtur úr, sum fekk hann at sleppa tryggu tilveruni sum maskinmeistari í føstum starvi, fyri eina óvissa tilveru sum bóndi í Saksun.

 

Jóhan Jógvasson sigur, at garðurin hevði verið rikin sum garðar flest, men útgerð og amboð vóru slitin. Núíløgurnar høvdu ikki verið tær stóru, so arbeiðsumstøðurnar vóru ikki tær bestu, tá hann festi. Hinvegin var heldur eingin skuld í garðinum, so tað var ein stórur fyrimunur.

 

Hann sigur, at hann sá eina framtíð fyri sær í garðinum, og tí hevur hann tikið hetta á seg.

 

Seinastu tíðina hevur Jóhan Jógvanson økt um støddina á garðinum, so at hann nú tilsamans hevur ein garð upp á 25 merkur, umframt eina hálvmørk í ogn, og tað er nógv tann størsti garðurin í landinum.

Samstundis er hann komin upp á 710 ær og nú fer tað so smátt at líkjast, sigur hann.

 

Les meiri um Jóhan Jógvansson og Dúvugarðar í mánadagsútgávuni av Sosialinum.