Tað eru framvegis bardagar í Bakhmut

Ukrainski herurin sigur í morgun, at tað hevur ikki eydnast russum at endurvunnið mist landaøki í bústaðarøkinum, Ivanivske í Bakhmut.

Ukrainski býurin, sum bardagi hevur verið um í fleiri mánaðir, er framvegis miðdepil fyri bardøgum í regiónini.

 

Tað sigur ukrainski herurin í morgun í sínari dagføring um støðuna. 

 

Lagt verður aftrat, at hóast russar framvegis fremja álop í býnum - eisini úr luftini - heldur bardagin um býin fram.

 

Um vikuskiftið segði Wagner-leiðarin, at tað hevði eydnast teimum at taka allan býin, og russiski forsetin, Vladimir Putin, ynskti leiguhermonnunum tillukku.

 

Mótstríðandi upplýsingar hava um vikuskiftið verið um støðuna í Bakhmut.

 

Ukrainski herurin sigur í morgun, at tað hevur ikki eydnast russum at endurvunnið mist landaøki í bústaðarøkinum, Ivanivske í Bakhmut.