Tað skrivar Tórshavnar kommuna.
– Vísandi til frámælið at baða í Sandá og í ósanum, tí dálking er staðfest, skulu vit boða frá, at Tórshavnar kommuna kannar viðurskiftini viðvíkjandi dálkingini, og vónandi verður ein loysn funnin skjótt.
Vit skulu gera vart við, at frámælið ikki er galdandi fram við sjóvarmálan í Sandágerði, har ið kanningarnar liggja væl undir markvirðunum, skrivar kommunan.
Tórshavnar kommuna ger regluligar kanningar av vatninum, sum eisini verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
– Tá ið vit kunnu staðfesta, at úrslitini aftur liggja undir markvirðunum, verða skeltini við frámælinum tikin burtur aftur, skrivar kommunan, sum vísir á, at fólk kunnu fylgja við í vatngóðskukanningunum á síðu býráðsins um bátapláss, sigling og sjósvimjing: Bátapláss, sigling og sjósvimjing
##med2##