Tíðliga seinnapartin í dag hevði TB vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. Úrslitið var 3-0 heimasigur, sum ber við sær, at TB er farið á jóansøku og í summarfrí við 52 stigum. TB hevur spælt 18 dystir og restar harvið 9 dystir í hesum kappingarárinum.
Páll Guðlaugsson og hansara menn hava meiri enn annað beinið í bestu deildini, og tí kunnu teir í TB longu nú fara undir fyrireikingarnar til nýtt tørn í fremstu deildini.
Torstein Mýlingstind var tvífaldur málskjútti, tá ið 07Vestur vann 3-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu víkingunum. Sigurin lyfti vágamenn fram á uppflytingarpláss.
Í kvøld spældi FC Suðuroy á jóansøku á Vágseiði ímóti teimum næstbestu hjá HB, og FC Suðuroy tók ikki av møguleikanum at vinna uppflytingarplássið aftur. Úrslitið var 4-3 sigur til botnliðið HB, sum vann fyri aðru ferð í ár.
Fyrr í vikuni endaði tað 2-2, tá ið AB og EB/Streymur spældu, og í dag helt B36 tørn um næstfremsta plássið við 2-0 sigri á NSÍ í Runavík.
18. og síðsta umfar undan summarsteðginum verður um eina viku. Tveir dystir eru longu spældir: TB-EB/Streymur varð spældur 1. juni – TB vann 2-1 - og mikukvøldið endaði tað 3-3, tá ið AB hevði vitjan av NSÍ. Gestirnir vóru frammanfyri 3-0 í hálvleikinum.
17. umfar
NSÍ-B36 0-2 (0-2)
0-1: Julian J. Johansen 21.
0-2: Karl Martin E. Danielsen 26.
AB-EB/Streymur 2-2 (1-1)
0-1: Andras Olsen 8.
1-1: Dan í Soylu 27.
1-2: Árni G. Olsen 56.
2-2: Dánjal Jákup Hansen 66.
07Vestur-Víkingur 3-1 (2-1)
1-0: Torstein Mýlingstind 8.
1-1: Sámal Jákup Joensen 17.
2-1: Gunleif Olsen 39.
3-1: Torstein Mýlingstind 90.
TB-KÍ 3-0 (2-0)
1-0: Ragnar Tausen 25.
2-0: Teitur Olsen 43.
3-0: Rógvi Joensen 82.
FC Suðuroy-HB 3-4 (0-3)
0-1: Teit Jacobsen 17.
0-2: Heri H. Mohr 30.
0-3: Bartal Wardum 39.
1-3: Heri E. Kjærbo 51.
2-3: Patrik Johannesen 57.
3-3: John Tordar Poulsen 69.
3-4: Teit Jacobsen 77.
18. umfar
AB-NSÍ 3-3 (0-3)
0-1: Meinhard Olsen 28.
0-2: Petur Knudsen 38.
0-3: sjálvmál 40.
1-3: Dan í Soylu 46.
2-3: Andras B. Vágsheyg 65.
3-3: Gert Drangastein 71.
TB-EB/Streymur 2-1 (0-1)
0-1: Allan Hansen 24.
1-1: Heini Mikal Mortensen 73.
2-1: Óli Johannesen 76.
Støðan
TB 52
B36 31
07Vestur 29
FC Suðuroy 27
NSÍ 26
AB 26
Víkingur 20
EB/Streymur 13
KÍ 11
HB 9
TB, NSÍ, AB og EB/Streymur hava spælt 18 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir
2. juli
KÍ-07Vestur
5. juli
Víkingur-HB
FC Suðuroy-B36










