Tað eru 34 hitastig í Bosnia Hersegovina

Odmar Færø er í miðverjuni, og Claus Philip Kronberg er skaddur og ikki á KÍ listanum í Bosnia Hersegovina

Tað er ógvuliga heitt á Gradski leikvøllinum í Banjaluka í Bosnie Hersegovina, har KÍ klokkan 20 fer at spæla fyri at halda fram í UEFA EUROPA LEAGUE. Sambært heimasíðuni hjá UEFA eru tað 34 hitastig, nú spælararnir hita upp, um tað ber til at siga tað soleiðis í Bosnia í kvøld.

 

Stóra álitið í KÍ verjuni Odmar Færø var ikki á KÍ listanum sunnudagin, tá ið KÍ vann 2-1 á heimavølli ímóti ÍF. Í kvøld er Odmar bæði á listanum og millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ.

 

Í Europa hevur KÍ bæði í fjør og higartil í ár verið í 5-4-1 útgávu og soleiðis er tað eisini í kvøld.

 

Odmar Færø mannar miðverjuna saman við Céderic Yambéré og Alexander Berntsson.

 

Tað ber til at síggja dystin á leinkju, sum er á https://ki.fo/

 

 

 

Banja Luka – KÍ kl. 20.00

 

Á Gradski leikvøllinum hjá Banja Luka í Banjaluka í Bosnia Hersegovina

 

Dómarabólkur úr Bulgaria: Georgi Kabakov, Martin Margaritov, Diyan Valkov og Vladimir Valkov (4. dómari)

 

Fyrri dysturin endaði 2-1 til KÍ

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Deni Pavlovic, 28./Albert Ejupi, 69.)), Céderic Yambéré, Alexander Berntsson, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Kristoffer Ødemarksbakken (Mads Bo Mikkelsen, 83.) – Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldsstovu Petersen, Dan í Soylu, Børge Petersen, Pætur J. Petersen, Heini Vatnsdal, Joseph Michael Williams, Latif Ahmed

 

Gult kort: Deni Pavlovic, Jóannes K. Danielsen, Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Mark F. Jensen

 

Venjari: Espen Haug