FÁTÆKRAMARK
Álitið, sum landstýriskvinnan, Annika Olsen, fekk handað frá arbeiðsbólkinum í morgum, staðfestir eitt mark fyri, hvat húski sum minimum eiga at hava at liva fyri.
1.555 fólk í Føroyum liva í dag undir hesum marki, sum er ásett til at vera 60 % av miðalinntøkuni hjá føroyingum.
Tað eru serliga støk foreldur, sum eru í hesum bólkinum. Heri Petersen, formaður í arbeiðsbólkinum leggur dent á, at tað er torført at siga greitt eitt tal av fátækum, tí tað eru nógv atilit, sum ikki vera tikin við í kanningini. Eitt nú er sera ymiskt hvussu stórar útreiðslur fólk hava til býli.
Fólk sum liva fyri eina inntøku, sum er undir 60 % av miðalinntøkuni í Føroyum
Fátøk í Føroyum | 2011 |
---|---|
0-17 ár | 359 |
18-24 ár | 90 |
25-54 | 331 |
55-66 | 145 |
67+ | 630 |
Tilsamans | 1.555 |
Tølini skulu takast við fyrivarni - til dømis eru millum tey 630, sum eru í bólkinum 67+, nógv ið eiga reiðan pening og ongar útreiðslur hava til býli, og eru tí ikki at síggja sum fátøk, sigur Heri Petersen, formaður í arbeiðsbólkinum.