Dysturin millum BK Häcken og KÍ, ið er seinni dysturin í øðrum umfarinum í Champions League undankappingini verður leiktur á Bravida leikvøllinum í Hissingen í Göteborg í annaðkvøld klokkan 18. Støðan í samlaðu uppgerðini er 0-0 frá fyrra dystinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Tað er útselt til dystin. KÍ sleppur sostatt at royna seg frammanfyri 6.500 áskoðarum. Millum áskoðararnar verður fitt av føroyskum áskoðarum.
6.500 er tó langt frá áskoðarakapasitetinum hjá Ferancvaros, ið er 23.700.
Liðskiparin hjá BK Häcken, Samuel Gustafsson sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá felagnum, at hann vónar, at áskoðararnir hjá Häcken kunnu bera teir líka langt sum í oddauppgerðini móti Elfsborg leygardagin, sum BK Häcken vann 3-1.
Samuel Gustafsson sigur, at teir í BK Häcken eru eyðmjúkir um uppgávuna móti KÍ, men hann heldur, at teir eru veruliga til reiðar til dystin.
KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.