Tað er trýst á teimum næstu

Við trivaligum sigri í dag styrkti Arsenal um sína støðu í toppinum

Tað gekk sum eftir ánni hjá toppliðnum í bestu eingilsku deildini í dag. Arsenal vann 3-0 á útivølli ímóti Cardiff. Harvið øktist munurin aftur til næstu kappingarneytarnar, sum allir skulu í eldin sunnudagin.

Arsenal er nú sjey stig frammanfyri Liverpool, sum sunnudagin skal spæla á útivølli ímóti Hull, sjey stig frammanfyri Chelsea, sum í morgin fær vitjan av Chelsea, níggju stig frammanfyri Manchester City, sum fær vitjan av Swansea sunnudagin, og tíggju stig frammanfyri Manchester Uniteed, sum í morgin fer at royna seg á útivølli ímóti Tottenham.

Stóri maðurin hjá Arsenal í dag var Aaron Ramsey, sum skoraði bæði tað fyrsta og tað síðsta málið. Hann lærdi at spæla fótbólt í Cardiff!

Við sannførandi 4-0 heimasigri á Stoke lyfti Everton seg fram millum tey fremstu.

Úrslitini í dag

Cardiff-Arsenal 0-3

Everton-Stoke 4-0

West Ham-Fulham 3-0

Norwich-Crystal Palace 1-0

Aston Villa-Sunderland 0-0

Newcastle United-West Bromwich Albion 2-1

 

Sunnudagin

Tottenham-Manchester United kl. 12.00

Hull-Liverpool FC kl. 14.05

Chelsea-Southampton kl. 16.10

Manchester City-Swansea kl. 16.10