Tað er trýst á EB/Streymi

Clayton Soares og Karl Løkin eru í ÍF ferðalagnum norður til Margáir

Undan fyrsta bríksli er tað eitt stig á muni millum EB/Streym og ÍF, sum seinnapartin bresta saman í Streymnesi.

Í Fuglafirði eru tey nøgd við støðutalvuna eftir tvey tey fyrstu umførini. ÍF hevur spælt javnt ímóti Vikingi á útivølli og HB á heimavølli.

-Báðu ferðirnar hava vit verið frammanfyri, áðrenn mótstøðuliðið hevur javnað. Ímóti Víkingi vóru vit frammanfyri 2-0. Kortini eru vit nøgdir við javnleikir ímóti tveimum av liðunum, sum verða roknað at vera FM kandidatar. Serliga tá ið havt verður í huga, at vit hava verið skerdir í álopspartinum. Nú eru miðvallarin Karl Løkin og Clayton Soares tøkir, so kappingin um plássini verður herd, sigur ÍF liðformaðurin Fritleif í Lambanum.

Hann ætlar sær sigurin við Margáir í dag, men hann roknar við torførari avbjóðing:

-Eg sá EB/Streym spæla í Gundadali ímóti B36. Teir vóru sera væl skipaðir í verjupartinum, og teir vóru skjótir og stinnir í umstillingunum, so tað verður ikki bara bara, sigur Fritleif í Lambanum.

EB/Streymur skal reisa seg eftir 5-1 tapið í Runavík:

-Felags fyri bæði okkum og ÍF er, at tað er eydnast at røkka javnleikum við at leggja stóran dent á verjuspælið. Hjá okkum eydnaðist tað væl í Gundadali ímóti B36 og minni væl í Runavík, tá ið vit vóru avsmurdir. Vit rokna við, at ÍF fer at leggja fyri upp á sama máta. Spurningurin hjá okkum er so, um vit skulu hava sama konsept á heimavølli, sum vit hava havt á útivølli. Tað fáa vit at síggja, sigur EB/Streyma venjarin Eliesar Olsen, sum harvið leggur lok á taktikkprátið undan fyrsta heimadystinum hjá nýggja EB/Streyma liðnum.

Í fjør vann ÍF tveir teir fyrru dystirnar ímóti EB/Streymi, sum í næstsíðsta umfari vann 2-0 í Fuglafirði.

Ætlanin var, at Páll Augustinussen skuldi døma. Tað er nú broytt. 23. maðurin á vøllinum verður Alex Troleis.

EB/Streymur-ÍF: Alex Troleis kl. 16.00.