Tað er trýst á EB/Streymi

Víkingur hevur stórt sjálvsálit og dreymir um, at tað skal eydnast at røkka longri upp á støðutalvuna

Fyri viku síðani vann EB/Streymur 3-1 á heimavølli ímóti Skála. EB/Streyma venjarin, Rúni Nolsøe, ásannar, at tað ikki hongur so væl saman leikliga:

-Vit missa alt ov nógv í uppspælinum. Tá ið tað er á egnari hálvu, so er tað vandamikið. Skála spældi væl, men vit mugu ásanna, at tað var heppið, at hetta avrikið hjá okkum ikki var ímóti stinnari liði. Hetta gongur ikki ímóti víkingunum, sum eru væl samanspælir og hava undanvind. Vit vita allir, at tað verður neyðugt við nógv betri leikligum avriki í dag, um tað skal eydnast at vinna og harvið at varðveita møguleikan fyri at luttaka í Europa næsta summar.

EB/Streymur er á fjórða plássi, og tað eru trý stig aftur til NSÍ og fýra aftur til KÍ. Tað eru hesi bæði liðini, sum bjóða av í kappingini um europeiska luttøku.

Gert Hansen hevur brotið beinið, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla aftur í ár. Jóhannes Hansen, sum seinastu ferðirnar hevur verið vongverji í vinstru, er plágaður av skaða í fótliðnum og verður ikki við í dag.

 

Mikukvøldið vann Víkingur 2-0 í Runavík. Hetta var triðja ferðin á rað, at Víkingur fór av vøllinum, uttan at tað er eydnast mótstøðuliðnum at skora mál. Allar ferðirnar eru sigrarnir vunnir aðra staðni enn á heimavøllinum í Sarpugerði. Eftir 1-0 í steypafinaluni ímóti HB var úrslitið sunnudagin 2-0 ímóti B36 í Gundadali, og mikukvøldið var úrslitið 2-0. Víkingur hevur nú spælt tólv landskappingardystir á rað uttan at tapa. Síðsta tapið var 25. mai, tá ið B36 vann 2-1 í Sarpugerði.

Ímóti NSÍ var liðformaðurin Atli Gregersen leikbannaður. Hann verður við aftur í dag, og hann ásannar, at tað kennist hugaligt, at tað gongur eftir vild:

-Tað er hugaligt at venja. Hýrurin á vøllinum er góður,og tað møta væl fleiri at fylgja við, tá ið tað gongur væl, enn tað gera, tá ið tað gongur minni væl.

Úrslitið mikukvøldið ber við sær, at Víkingur styrkti nógv um sína støðu á bronsuplássinum. Gongdin seinastu vikurnar letur upp fyri møguleikanum hjá Víkingi at røkka hægri upp enn so:

-Tað eru fimtan stig eftir at spæla um. Tað eru seks stig frá okkum og fram til HB, og um eina viku skulu vit spæla ímóti HBí Gundadali. Seinastu ferðirnar hava B36 og HB ikki verið so sannførandi, sum tey hava verið fyrr í ár. Vit fokusera á okkara avbjóðingar, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka, sigur Atli Gregersen.

Allir teir, sum hava mannað Víking seinstu ferðirnar eru við í ferðalagnum til Streymnesar. Einasta ivamálið er, um Andreas Lava Olsen er førur fyri at spæla. Hann hevur leingi verið plágaður av skaða í lærkrikanum.

18. mai vann Víkingur 3-2 í Streymnesi, og 11. august endaði tað 1-1, tá ið EB/Streymur vitjaði í Sarpugerði.