Tað vóru sera fegnir B36 spælarar, sum eftir síðsta bríksl í grannauppgerðini ímóti HB síðsta sunnudag heilsaðu ovurfegnu viðhaldsfólkunum. 3-1 sigurin var tann fyrsti á HB í landskappingini síðani 13. juni í 2012.
-Hetta var fyrsta ferðin, at eg var partur av grannauppgerð í Gundadali, og tað var rættiliga sjónskt, at hetta var týdningarmikið. Vit vóru nøgdir við avrikið og ikki minst effektivitetin. Nú kemur AB í Gundadal. Harvið er aftur grannauppgerð á skránni. Støðutalvan kundi bent á, at talan verður um lættari avbjóðing enn síðst, men øll við áhuga og innliti í fótbólt vita, at í grannauppgerðum er tað púra opið, uttan mun til hvat støðutalvan sigur. Hjá okkum ræður um at vera fult fokuseraðir á hesa avbjóðingina og einki annað, tí AB verður heilt víst toppmotiverað, sigur Eyðun Klakstein.
Jónas Tór Næs og Alex Mellemgaard eru framvegis langtíðarskaddir, og Hanus Thorleifsson er ivasamur.
Í AB eru teir harmir um, at tað higartil ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku, og vónbrotið var stórt eftir tapið í Klaksvík.
-Nú er neyðugt at vinna fulla úrtøku skjótt. Okkum dámar væl at spæla ímóti B36, og tað fer kanska at eydnast nú, sigur AB málverjin Heðin Stenberg.
Á Argjum er skaðalistin framvegis langur: Jobin Drangastein, Gert Drangastein og Teitur Jóannesarson eru ikki førir fyri at spæla. Bárður Olsen er tøkur aftur eftir at hann var sjúkur fyri viku síðani.
Tølini siga, at tað mest sum aðru hvørja ferð eydnast AB at vinna stig, tá ið B36 er mótstøðuliðið. Higartil hava argjamenn og B36 dystast fimtan ferðir í landskappingini. B36 hevur vunnið átta ferðir, AB hevur vunnið fýra ferðir, og tríggjar ferðir er tað endað við javnleiki. Í fjør hittust B36 og AB einaferð í Gundadali. Tá var úrslitið 1-1. Soleiðis sum tað myndaðist, so kendu teir i AB seg at hava mist tvey stig og teir í B36, at teir høvdu vunnið eitt stig.