Tað er stórur lætti í HB leguni

HB er nú trý stig frá toppinum eftir tepran sigur ímóti B68, sum vísti tenn og avrikaði alt annað enn botnliðið, sum stigatalvan sigur, at toftamenn eru

1-0 heimasigur. Tað var úrslitið, tá ið HB í kvøld hevði vitjan av B68. Fyrr í ár hava hesi bæði liðini tvær ferðir dystast á Toftum. Fyrru ferðina vann HB 1-0, og seinnu ferðina vann B68 1-0.

 

Einasta málið skoraði Mohamed Samba, tá ið stórir 10 minuttir vóru farnir. Uppleggið átti ágrýtni vongverjin í høgru Mathias Voss. Mohamed Samba kom úr Gambia og til Føroya í 2022. Tvey tey undanfarnu árini hevur hann umboðað B68. Í vetur flutti hann til HB, og málið ímóti gomlu liðfeløgunum var bara annað málið hjá honum í landskappingini. Hitt skoraði hann í 4-0 heimasigri ímóti ÍF.

 

Tað var týðuligt, at heimaliðið fyrstu løtuna legði nógv fyri, og at ætlanin var at skora fleiri mál og harvið beinanvegin at punktera dystin. Tað vóru onkrar spentar støður, og eitt nú bjargaði Tórður Thomsen meistarliga, tá ið Mikkel Dahl royndi seg úr stuttari fjarstøðu.

 

Men HB megnaði ikki at skora fleiri mál, og tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið vóru tað tekin í sól og mánað um, at toftamenn ikki høvdu ætlanir um at leggja seg niður fyri at avmarka tapið.

 

B68 bjóðaði av í álopspartinum, og sum seinni hálvleikur leið, so vóru gestirnir meiri á bóltinum, enn heimamenninir. Toftamenninir runnu meiri, teir vóru raskari í nærdystunum, og tá ið tað ikki eydnaðist so væl í álopsspælinum hjá HB, sum serliga saknaði skadda Áka D. Samuelsen, so var alt meiri dentur lagdur á verjupartin.

 

Hóast toftamenn vóru nógv á bóltinum, og teir vóru grammir, funnu væl hvønn annan og fegnir royndu seg við innleggum og skotroyndum, so var tað sjáldan vandamikið.

 

Samuel Johansen Chukwudi og Viljormur Davidsen høvdu í miðverjuni gott tak á, og tað eydnaðist sjáldan Bartal Páll Klein og Jóhan Josephsen í borðunum at bróta ígjøgnum og saman við miðframherjanum Brian Jakobsen at verða vandamiklir.

 

B68 spælararnir vunnu alt oftari bóltin av mótstøðumonnunum á HB hálvuni. Tað átti at borið møguleikar fyri vandamiklum støðum og málmøguleikum við sær, men Teitur Martas Gestsson í HB málinum fekk seg ongantíð av álvara royndan.

 

HB spælararnir vóru lættir, tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð, og tað er lætt at skilja, at gestirnir vóru vónbrotnir.

 

Sigurin ber við sær, at HB nú er trý stig frá oddaliðnum Víkingi, sum hevur spælt ein dyst færri enn HB. Tapið ber við sær, at B68 á sjeynda plássi bara er eitt stig frá EB/Streymi, sum er á níggjunda plássi.

 

Leygardagin fer B68 at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur, meðan HB longu hóskvøldið fer í eldin aftur. Tá verður tað í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið á útivølli ímóti Víkingi. Annað mánakvøld fer HB at spæla landskappingardyst ímóti NSÍ í Runavík.

 

 

 

HB – B68 1-0 (1-0)

 

1-0: Mohamed Samba

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy – Mohamed Samba, Mikkel Dahl, Emmanuel Duah

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Hanus Højgaard – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Bárður Ó. Jensen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen, Jóhan Josephsen