Tað er stórt fýrverk á Tórsvølli

Ferðin og undirhaldið hava verið framúr í steypafinaluni, har tað eftir fyrra hálvleik stendur á jøvnum

Veðrið er gott, umstøðurnar eru góðar, og tað eru nógvir áskoðarar, sum av álvara seta dám á finaluna millum NSÍ og B36.

 

Nú teir fara at hvíla seg, er støðan 1-1. Spælbýtið hevur verið rættiliga javnt. Í løtum hevur NSÍ verið omaná, og aðrar løtur hevur B36 verið omaná.

 

Aron Knudsen legði NSÍ á odda í 10. minutti. Mattias H. Lamhauge í B36 málinum kendi seg noyddan at fara langt úr málinum, men hann var ikki nóg avgjørdur, tá ið hann í kapping við Klæmint A. Olsen royndi at sparka burtur. Eyðsýndi Jacob Trenskow fekk fatur á bóltinum, sum hann við fínari langari og neyvari sending úr høgru legði fyri føturnar á Aron Knudsen, ið tamdi væl, sneiddi mótstøðumann av sær og setti bóltin í málið.

 

Løtuna eftir málið var NSÍ leikliga omaná, og tað bar fleiri góðar støður við sær.

 

So var tað, at B36 svaraði aftur. Hálvur tími var farin, tá ið Andrass Johansen skoraði úr spískum í høgru eftir framúr sending frá Hannes Agnarsson. B36 var um reppið at økja um leiðsluna, tá ið Bjarki C. Nielsen í vinstru spældi fram til Andrass Johansen, sum skekkaði til, men Karstin Hansen bjargaði til horna.

 

 

 

NSÍ - B36 (1-1) kl. 16

 

1-0: Aron Knudsen

 

1-1: Andrass Johansen

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Pætur Hentze, Jacob Trenskow, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen

 

B36: Hans Jørgensen – Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Lukas Enevoldsen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane – Hannes Agnarsson, Andrass Johansen, Bj­­­­arki C. Nielsen – Sebastian Pingel