Veðrið er av tí ringasta í Havn í løtuni, og her í Tórsgøtu stríðast menn í løtuni við at tryggja plátur og annað, so tær ikki gera feigdina um seg.
Bygningurin, har Posthúskjallarin er, hevur á niðari síðu verið klæddur við krympiplasti, og her hava eisini staðið nakrar plátur upp við stilladsina.
Krympiplastið er skrædnað, og verjir ikki longur fyri plátunum, sum standa niðan við stilladsina.
Slíkar pláturnar mugu ikki sleppa avstað við vindinum, tí tá kunnu tær rættiliga gera feigdina um seg, og tá er ikki lukkuligt at vera nær.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##















